Sparingar og agn skulu fáa Smyril Line aftur á beina kós

Miðvís marknaðarføring er eitt lyklaorð í royndini hjá leiðsluni á Smyril Line at fáa javnvág í raksturin hjá felagnum. Aftur í fjør hevðir Smyril stórt hall, hóast hallið minkaði nógv samanborið við árið fyri

Tað skal egnast miðvíst eftir ferðafólki, samstundis sum kostnaðurin skal haldast niðri. Harafturat skal sølan umborð á Norrønu styrkjast við nýggjum og betri vørum, og prísirnir á ferðaseðlum skulu tillagast.
Tað er lykilin hjá leiðsluni í Smyril Line til venda skeivu fíggjarligu gongdini hjá felagnum.
Hósdagin hevði Smyril Line aðalfund, og har gjørdist greitt, at felagið aftur í fjør hevði stórt hall. Hallið var 24 milliónir krónur, og hóast tað er trivaligt, var tað munandi minni enn í 2003, tá ið reyða talið var 35 milliónir krónur.

Tørv á pengum
Smyril Line hevur tørv á kapitali, og ársaðalfundurin gav leiðsluni heimild at hækka partapeningin við 120 milliónum krónum.
Stóru partaeigararnir, sum veittu Smyril Line ábyrgdarlán á 62,7 milliónir krónur fyrr í ár, kunnu umleggja lánið til partapening.
Fíggjarstøðan í felagnum hevur ikki verið tann besta seinasta árið. Vetrarmánaðirnar 2004 var hallið á rakstrinum so stórt, at inntøkurnar frá sumrinum ikki kundu fíggja hallið.
Fyri at eiga pengar til lán og rentur, seldi Smyril Line í fjør Hotel Føroyar, Vallarheið og skrivstovubygningarnar í Havn. Burtur úr hesari søluni fekk Smyril Line 29 milliónir krónur.

Útskifting í nevndini
Á aðalfundinum var stór útskifting í nevndini hjá Smyril Line. Nevndarformaðurin Klæmint Weihe, Jens Kári Vilhelm og Morgan Goodlad bóru seg undan afturvali, og í teirra stað vóru valdir Edvard Heen fyri Tryggingarsambandið, Tummas Magnussen fyri Framtaksgrunnin og Sandy Cluness fyri Shetland Development Trust. Jónas Hallgrímsson heldur fram í nevndini.