Tey fýra fakfeløgini, sum vara av starvsfólkunum í Mentamálaráðnum, Búskapar- og Løgfrøðingafelagið, Starvsmannafelagið, Akademikarafelagið og Lærarafelagið, fara í morgin á fund, har tey skulu viðgera íkomnu støðuna, har teirra limir eru bidnir um at taka støðu til eitt uppskot um sparitiltak frá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í Mentamálum.
Á fíggjarlógini fyri 2009 er Mentamálaráðið skert millum 700 og 800.000 krónur, og hevur landsstýriskvinnan tí lagt hetta uppskotið fyri starvsfólkini.
Uppksotið snýr seg um, at øll starvsfólkini í Mentamálaráðnum verða biðin um at halda frí í eina viku uttan løn. Hetta skal eftir ætlanini spara Mentamálaráðnum millum 200 og 300.000 krónur.
Jóanna Djurhuus, forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, segði í gjár við Kringvarp Føroya, at Búskapar- og løgfrøðingafelagið prinsipielt er ímóti sparileistinum hjá Mentamálaráðnum, og at felagið viðgjørdi støðuna, og fór at boða sínum limum frá í gjár.
- Vit høvdu ein limafund í gjár, har vit viðgjørdu støðuna, og vit hava gjørt eina niðurstøðu. Men enn vilja vit ikki avdúka hana, tí í morgin fara vit á fund við hini fakfeløgini, sum hava starvsfólk í Mentamálaráðnum, og so koma vit við eini felags fráboðan í morgin, sigur Jóanna Djurhuus, forkvinna í Búskapar- og løgfrøðingafelagnum.
Skapar ótta
Uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø hevur eftir øllum at dóma skapt ótta millum fakfeløg, ið varða av almennum starvsfólkum.
Í gjár boðaði Starvsmannafelagið frá, at tey kunnu ikki taka undir við sparitiltakinum, ið landsstýriskvinnan hevur skotið upp.
- Vit eru ikki greið yvir, hvat uppskotið hjá Mentamálaráðnum ítøkiliga inniber, og tað fara vit fyrst at kanna nærri. Men vit kunnu ikki góðtaka eina lønarniðurgongd, segði Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum við Kringvarpið í gjár.
Jóanna Djurhuus, forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum heldur eisini lítið um tiltakið.
- Tað hevur verið ført fram, at hetta møguliga verður ein góðtikin sparileistur aðrastaðni eisini, og sum fakfelag eru vit prinsipielt ímóti eini slíkari loysn, sigur Jóanna Djurhuus.