Tað er skjótt at samgongan kann spara seg eftir reyv.
Tað staðfestir Jarvin feilberg Hansen, sum er talsmaður hjá fimm av teimum stóru fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Hóast vit eru í kreppu, mælir hann samgonguni til at hugsa seg ógvuliga gjølliga um, áðrenn ov nógvar sparingar verða settar í verk í hesum.
Eitt eru tær avleiðingar hetta fer at fáa fyri arbeiðsloysi og persónligar húsagangir.
Men ov nógvar sparingar kunnu eisini fáa álvarsligar avleiðingar langt fram í tíðina, heldur hann.
Hann sigur, at traðkar samgongan ov hart á bremsurnar, er vandi fyri at fólk rýmir av landinum.
Og tað verða verður í nógv størstan mun tey ungu húskini, sum rýma, staðfestir hann.
- Tað kann fáa heilt ólukkuligar avleiðingar fyri tað eftirlønarskipanina í framtíðini.
Frammaundan verða tað fleiri og fleiri eldri fyri hvørt fólk á arbeiðsmarknaðinum.
men fyri hvørt fólk, sum rýmir av landinum, verður tað eitt fólk færri, sum verður at betala til okkara eftirlønir í framtíðini, sigur Jarvin Feilberg Hansen.
Annars ávarar hann ímóti at spara so at tey tilboðini, vit eru í ferð við at byggja upp, verða brotin niður, tí tað fer at føra nógv størri útreiðslur við sær seinni, tí fólk verða so mikið verri fyri, sigur hann.
Les eisini greinina: Vit taka ikki skrædlið einsamøll










