Mikudagin sendi kringvarpsstýrið bræv til Løgtingsins fíggjarnevnd, har biðið var um at hækka kringvarpsgjaldið, soleiðis at fíggjarætlanin frá leiðsluni í Kringvarpinum, ið stýrið hevur góðkent, kann setast í verk. Men í fíggjarætlanini er als ikki roknað við búskaparligu niðurgongdini, ið sambært brævinum fer at minka um lýsingar- og spælinntøkurnar.
Hetta vil við øðrum orðum siga, at fíggjarætlanin, har Kringvarpið fær fimm milliónir krónur meira inn í kringvarpsgjaldi, hevur ein stóran møguleika fyri ikki at røkka.
- Sjálvandi skal tað lesast sum, at tað helst ikki vera nokk av pengum, hóast Kringvarpið fær meiri pening, men tað ger, at Kringvarpið koyrir trygt. Tað vil eisini siga, at helst verður neyðugt við rationaliseringum allíkavæl, sigur Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum. Hetta kann skiljast sum, at summir stólar verða tómir hóast eina hækking í kringvarpsgjaldinum.
Hetta er tó ikki nakað, ið kringvarpsstjórin ímyndar sær.
- Fáa vit hasar fimm milliónirnar, so fyristilli eg mær ikki nakra uppsagnarrundu á sama hátt, sum annars hevur verið frammi, men hvørjar langsigtaðar ætlanir eru, kann eg ikki úttala meg um, tí har er stýrið hægri, greiðir Annika Mittún Jacobsen frá.
Meiri kringvarpsgjald
Í fíggjarætlanini, ið Kringvarpið er komið við fyri 2009, og er góðkent av stýrinum, er roknað við, at kringvarpsgjaldið verður hækkað.
- Vit hava gjørt eina fíggjarætlan, ið stýrið hevur góðkent. Í henni hava vit rokna við eini meirinntøku av kringvarpsgjaldinum á fimm milliónir, og hetta hevur stýrið góðtikið, sigur Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri.
Forroknað seg
Í gjár samanbar Annika Mittún Jacobsen Kringvarpið við Danmarks Radio. Hon segði at fíggjarætlanin hjá DR er umleið tríggjar milliardir krónur, og at kringvarpið eigur at vera umleið 100 ferðir minni. Tað vildi, sambært henni, við øðrum orðum siga, at Kringvarpið skuldi havt 300 milliónir krónur. Hetta er ikki rætt, tí eitt prosent av trimum milliardum er 30 milliónir.
- Hatta er nakað eg má fara at hyggja uppá, men vit fáa bara fjøruti, og tað er dýrt í startumkostningum eisini, sigur Annika Mittún Jacobsen, sum er vís í, at kringvarpið fær ov litið av peningi í mun til public service skyldurnar, og tí ikki megna at uppfylla tær.