Heilsu- og heimarøktararnir í Suðurstreymoy hava fingið boð um, at enn einaferð skulu sparingar gerast. Hesuferð á arbeiðsøkinum hjá heilsu- og heimarøktarunum. Boð eru givin frá økisleiðaranum um, at so fáir yvirtímar skulu takast sum møguligt, men sama arbeiðið skal gerast innan givna setanarbrøkin.
? Heilsu- og heimarøktararnir hava havt ein setanarbrøk, sum er millum 25 og 35 tímar. Um ein hevur arbeitt til dømis 25 tímar um vikuna, so hevur altíð borið til at fáa teir meirtímarnar, sum tørvur hevur verið á, tí ongin kann liva fyri 25 tímar um vikuna, greiðir Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnumnum frá.
? Nú hava vit fingið at vita, at tað er liðugt við meirtímunum, og um meirtímar verða tiknir, so skulu teir helst avspákast. Tað er tað nýggjasta útspælið frá økisleiðaranum, og er tað hetta limir okkara eru sera ónøgdir við.
Kreppufund
Mikudagin varð ein kreppufundur hildin fyri teir 450 limirnar hjá Heilsuhjálparafelagnumnum.
? Limirnir kenna seg ótryggar og tað skapar til stóran ruðuleika og ónøgd, at eitt slíkt útspæl er komið frá økisleiðaranum. Nú hava vit fólk, sum ikki kunnu liva av sínum arbeiði, og tað kunnu vit ikki hava, sigur Ása Olsen.
? Okkara limir verða trýstir og útbrendir, um teir skulu arbeiða á henda hátt.
Eitt dømi er ein kvøldvakt, sum hevur eini 20 vitjanir eitt kvøld. Hetta skal kvøldvaktin klára innan átta tímar. Arbeiðið hjá eini kvøldvakt fevnir seg um alt frá persónligari røkt, at geva heilivág, at geva at eta og at leggja tey gomlu í song, so tað er ymiskt, hvussu langa tíð, hvør vitjan tekur.
? Tað ber ikki til at fara soleiðis við fólki. Ein kann eisini seta spurnartekin við tænastuna, sum nú skal verða veitt brúkarunum. Og umframt arbeiðið, so skulu vaktirnar eisini koyra runt í býnum, so tað er satt at siga ómøguligt.
Tiltøk
Ása Olsen skilir ikki, hví limirnir ikki kunnu koma í ein setanarbrøk, sum ásetur rætta tímatalið.
? Men higartil hevur tað ikki verið nakar trupulleiki, tá limirnir hava kunnað tikið teir meirtímarnar tørvur er á.
Heilsu- og heimarøktararnir vilja hava skil á hesum økinum, og so skjótt sum gjørligt eisini.
? Um okkurt ikki hendir skjótt, so fara vit at seta tiltøk í verk, sigur Ása Olsen, sum enn ikki dugir at siga, hvørji tiltøk tað verða.
? Tað kann vera so nógv, og vit fáa at síggja við tí til ta tíð.
Økisleiðarin fyri Suðurstreymoy vil onga viðmerking gera til støðuna, men vísir til stjóran í heimarøktini, Mary í Garði. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á henni áðrenn evstamark okkara.










