Fiskiveiðieftirlit
Tað, sum gongur fyri seg nú, gevur ikki stóra meining.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er alt annað enn nøgdur við, at vaktarskipini skulu liggja bundin við bryggju, tí vit ikki hava ráð til hava tey siglandi.
Játtanin til Fiskiveiðieftirlitið í ár røkkur ikki til og tí er avleiðingin, at vaktarskipini noyðast at liggja bundin við bryggju ein part av tíðini, fyri at spara pening. Av tí sama er eftirlitið við fiskiskapinum munandi skert.
Hetta er als ikki nøktandi, heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Hann søkti tí Løgtingið um 2,8 milliónir afturat til Fiskiveiðieftirlitið, men Løgtingið vildi bara játta 1,8 millión.
Annars helt Løgtingið, at Fiskiveiðieftirlitið átti at laga virksemi til ta játtan sum var, men avleiðingin er, at vaktarskipini liggja við bryggju í nógv størri mun enn vanligt.
Bjørn Kalsø sigur, at hann nú fer at kanna eftir um tað ikki ber til at fáa eina nøktandi játtan næsta ár, tí hann heldur, at tað er heilt burturvið at spara so nógv á hesum øki.
Tað gevur ikki stóra meining at gera alskyns lógir, kunngerðir og reglugerðir fyri at halda skil á fiskiskapinum undir Føroyum, samstundis sum vit hava ráð til at hava eftirlit við, at treytirnar verða hildnar.
Eiga ikki at spara
Sjálvur heldur hann, at Fiskiveiðieftirlitið hevur eina sera týðandi uppgávu at røkja og tí eigur Løgtingið ikki at spara á hesum øki.
Hann sigur, at í Noregi verður ikki spart á hesum øki, tí har verður kravt, at eftirlitið er á einum høgum støði.
Vit hava eina skipan við fylgissveinaeftirliti og hon hjálpir væl. Men tað er eisini neyðugt at hava eitt beinleiðis eftirlit úti á fiskigrunninum, men tað ber als ikki til í nóg góðan mun, sum støðan er nú.
Tað er heilt burturvið, at virksemið hjá einum stovni, sum hesum, skal verða darvað av peningatroti. Á hesum øki eigur Løgtingið at hava ein politikk, sum uttan himpr játtar stovninum eyka pening, tá ið útreiðslurnar hækka.
Vaktarskipini eiga at hava eitt ávíst støði. Har skal alt bara rigga, tá ið brúk er fyri tí og sotatt er vandamikið at bera ov sparin á hesum øki, sigur Bjørn Kalsø.
Kortini staðfestir hann, at tað er eisini altíð neyðugt at stovnurin alla tíðina kannar um tað ber til at spara innanhýsis, uttan at tað gongur útyvir dygdina.
Hinvegin staðfestir landsstýrismaðurin, at Fiskiveiðieftirlitið, er eisini ein partur í eini tilbúgving og dentur verður lagdur á altíð at kunna vera til reiðar í eini neyðstøðu.
Vil vita, hvat Løgtingið vil
Hann sigur, at skulu skipini sigla, krevst ein ávís játtan og hann sigur, at játtanin, sum verður latin næsta ár, fer at vísa, um Løgtingið heldur at tað er neyðugt at hava eitt effektivt eftirlit.
Men heldur Løgtingið ikki at tað er neyðugt, er onki at gera um uttan at laga virksemið til tað játtan sum er.
Heldur Løgtingið ikki, at tað er neyðugt við tveimum vaktarskipum, kann endin vera, at Fiskiveiðieftirlitið ger eina skipan, har tað ber til at virka, uttan at venda hvørjari krónu. Ein máti kann vera at leggja annað skipið og so brúka hitt effektivt.
Men Bjørn Kalsø staðfestir, at hartil er tað als ikki komið enn.
Hann vísir eisini á, at tosað hevur verið um at byggja eitt nýtt vaktarskip, men tað dugir hann ikki at síggja nakra meining í. Tað er ongin meining at hugsa um eitt nýtt skip, sum helst er dýrari í rakstri, tá ið vit ikki hava ráð at brúka skipini, vit hava frammanundan, sigur landsstýrismaðurin.