Vit mugu ikki spara viðlíkahald og menning á útbúgvingar- og heilsuøkinum.
Hesar sparingar kunnu koma okkum so grúiliga aftur um brekku.
Tað er her vit skulu inn at føra politikk.
Hvussu kunnu vit siga sparing og menning í sama setningi og eisini vænta at tað gevur meining?
Tað kann gerast við umlegging.
Javnaðarflokkurin hevur fleiri uppskot um umleggingar, m.a. á fólkaskúlaøkinum.
Vit eru til reiðar at taka tær avgerðir og tey tøk, sum skulu til.
Vit eru til reiðar at føra politikk, sum ber øll í Føroyum framá.
Fari tí á væl og seti ein sterkan Javnaðarflokk á ting.