Her gekk ein og helt, at »ejendommens ret er ukrænkelig«, men sjálvandi er hettar jú ikki galdandi fyri Sambýlir og líknandi stovnar, ið jú eru peningur beint út av kassanum.
Hetta eru jú bara nøkur menniskju, ið av náði frá tí almenna, búgva til leigu í nøkrum tilvildarligum sethúsum, og sum jú skulu finna seg í teimum lótum og ólótum, ið vit sokallaðu normalu tíma at bjóða teimum.
Ein kann ikki lata verða við at hugsa, um vit munnu verða á veg inn í eina skiljiskipan, har ið fyrsta og annað floks borgarar blíva skildir sundur og viðfarnir hareftir.
Vóni, at tit fólkavaldu eru greið yvir, at tað eru sárbarar mannalagnur, ið tit hava liggjandi í tykkara kabalu, og at tit seta serstovnaøkið, og starvsfólkið, ið har starvast, fleiri ljósár aftur í tíðina, vit teimum sokallaðu sparingum, ið tit ganda runt við.
Tey avvarðandi tími eg slettis ikki at nevna; tey hava, eftir øllum at døma, stríðst til fánýtis fyri tey, ið ikki orka at stríðast sjálvi.
Og hvat hundan, tað er jú passaliga lang tíð til næsta val, og tá hava fólk nokk gloymt, at tað var ein hending við nøkrum snedigum fólkum uppi í Hoyvíkshaganum, ið blivu grýtt út úr tí, ið tey hildu verða sítt heim, men sum tíverri bert vísti seg at verða eitt hús í einum Matadorspæli. Í Matador kann ein, sum øllum kunnugt, jú handla og manerera, sum einum lystir, uttan, at tað fær nakrar serligar avleiðingar.
E.S.
Bleyt virðir; tey veiku í samfelagaðnum; fata morgana.
Sigst, at vit øll eru líka fyri lógini, men summi eru nú einaferð meira líka enn onnur; eisini í 2009.