Renta
Hetta verður gjørt, nú Tjóðbankin í tveimum umførum hevur hækkað sína rentu við til samans 0,5 prosentstigum.
Við virkni frá mikudegnum hevur Sparikassin soleiðis hækkað lægstu bústaðarrentuna úr 3,45 upp í 3,80 stig. Sum meginregla hækka aðrar útlánsrentur samsvarandi, meðan innlánsrentan verður óbroytt. Hetta tí innlánsrentan ikki broyttist, tá útlánsrenturnar lækkaðu seinasta heyst.
Í tíðindaskrivi sigur Sparikassin annars, at ábendingarnir greitt tala fyri fleiri rentuhækkingum í næstum, og vilja teir tí mæla fólki til at umhugsa møguleikan fyri fastlæstu rentuni, sum er á realkredittlánunum.
Samstundis hevur Sparikassin boðað frá, at tann 1. apríl verða broytingar gjørdar í ómaksgjøldunum fyri manuelt avgreiddar tænastur, sum nú verða nakað dýrari.










