Sparikassin stuðlar Ægir

Svimjifelagið Ægir og Norðoya Sparikassi hava gjørt avtalu um, at Norðoya Sparikassi verður høvuðsstuðul hjá Ægir næstu tvey árini

Stuðulsavtalan inniber, at Norðoya Sparikassi verður sjónligur á øllum búnum og í øllum kappingum hjá Ægir hesi árini. Ægir, sum hevur meira enn eina fjórðingsøld á baki, hevur um 150 virknar limir, har tann elsti teirra er 15 ár. Ægir leggur stóran dent á at leggja eitt gott grundarlag við ungum svimjarum, og síðani halda teimum til. Hetta verður millum annað gjørt við at hava ein svimjiskúla fyri tey heilt smáu, har tey læra tey heilt grundleggjandi tingini innan svimjing