Sparikassin peningagávu til Krabbameinsfelagið

"Vit kunnu øll fáa brúk fyri tí stóra og góða arbeiði, ið Krabbameinsfelagið ger", sigur Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa í sambandi við, at gávugrunnurin hjá Sparikassanum hevur avgjørt at lata Føroya felag móti krabbameini 75.000 krónur

Ein fjórðingsøld er liðin, síðani "Føroya felag móti krabbameini" varð sett á stovn, og tað er ein tilburður, ið gávurgrunnurin hjá Sparikassanum heldur vera verdan at leggja til merkis. Í sambandi við stovningardagin hevur gávugrunnurin gjørt av at geva felagnum 75.000 krónur í gávu.

Gávan varð handað formanni felagsins, Jákupi N. Olsen, á stjórnarskrivstovuni í høvuðssætinum Yviri við Strond í Havn seinnapartin hósdagin.

Tað var sparikassastjórin, Bjarni Olsen, ið lat Jákupi N. Olsen gávukekkin, og í tí sambandi segði stjórin m.a.: "Tað eru nógv, ið vera rakt av krabbamein í okkara tíð,
og sjúkan dregur ein myrkan skugga eftir seg kring allan heim, men vit kunnu eisini gleðast um at tað eru nógv, ið vera grødd. Vit vita tað, og hagtølini vísa eisini, at vit í Føroyum ikki sleppa undan hesi sótt. Tí er veruliga brúk fyri "Føroya felag móti krabbameini", og veruleikin er, at vit kunnu øll fáa brúk fyri tí stóra og góða arbeiði, ið felagið ger. Tað hevur stóran týdning, at krabbameinsrakt og teirra avvarandi fáa ráðgeving, hjálp og stuðul, og tað er í hesum ljósi, at gávugrunnur Sparikassans stuðlar Føroya felag móti krabbameini við 75.000 krónum".

Jákup N. Olsen takkaði fyri peningagávuna og fyri álitið, ið Sparikassin hevur á felagnum. "Føroya felag móti krabbameini" hevur umleið 1500 limir, bæði aktivar limir og stuðlar. Felagið er eisini við í norðurlendskum og evropeiskum samstarvi.
38 fólk eru knýtt at felagnum, og ein ráðgevandi sjúkrarøktrafrøðingur er í føstum starvi.