Sparikassin byrjaði sítt virksemi í bygninginum fyri 100 árum síðan, í 1905.
Tað var Jákup Andr. Arge, vanliga nevndur Jampan (1854-1931), sum stóð fyri byggingini.
Vit síggja t.d. Løgtingshúsið, H.N. Jacobsens Bókahandil, Havnar Kirkju, Kommunuskúlan, Sproytuhúsið, Meinigheitshúsið, Skræddarahjørnið, (eftir skræddaranum Jóhs. Nolsøe). Tá so skræddarin miðskeiðis í 20-unum selur ognina í miðbýnum, og byggir sær hús í Hoydølum, fylgir skræddaranavnið við, og tey húsini fingu navnið "Skræddarahúsini".
Skræddarahjørnið í miðbýnum fekk síðan navnið "Det glade hjørne", av tí at tað var staðið, har ungdómurin í Havn møttist.
Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í sambandi hesa myndina, eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon, á telefon 314647 / 273168.
Næstu ferð hava vit mynd av fyrsta biografinum í landinum "Føroya Bio", sum Andrias Niclasen (Dia Bø) læt upp í Tórsgøtu í 1910.