Mikudagin verður kappingin á sethúsamarknaðinum gjørd upp aftur harðari.
Tá letur nevniliga upp ein nýggj sethúsasøla í Havn.
Nýggja sethúsasølan skal halda til í hølunum hjá Realinum - teimum hølunum har Fossbankin í síni tíð húsaðist.
Tað er eitt nýstovnað partafelag, P/F Inni, sum stendur aftanfyri nýggju sethúsasøluna.
Stovari av nýggja partafelagnum er Føroya Sparikassi.
Marner Jacobsen, varastjóri í Sparikassanum, váttar tíðindini um sethúsasøluna.
? Jú tað er rætt. Inni letur upp mikudagin 17. juni.
Er ikki nóg mikið av sethúsasølum í býnum frammanundan?
? Vit halda ikki tað kann sigast soleiðis. Nakrar sethúsasølur eru og sakførararnir fáast eisini við at selja hús. Men talan er um ein frían marknað og vit halda at vit kunnu veita kundunum eina betri tænastu á henda hátt, sigur Marner Jacobsen.
Hvussu ber tað til, at Sparikassin tekur hetta stigið?
? Hetta er ein partur av marknaðarstrategiini hjá Sparikassanum, har vit fara at leggja dent á at gera eitt kvalitativt gott søluarbeiði. Handilin gjøgnum Inni verður skipaður sum vanigt er í Føroyum, at keyparin letur inn boð, men Inni fer at bjóða upp á nýskapan, ið fer at geva seljara og keypara munandi størri trygd og innlit í sambandi við handilin. Hetta fara vit at kunna nærri um tá felagið letur upp.
? Felagið fer at ráðgeva um fígging, men ikki at veita lán. Hetta verða kundarnir at tosa við peningastovnarnar um.
Vit fara í næstu viku at frætta nærri um nýggju sethúsasøluna.









