Sparikassin lækkar rentuna

Frá 22. mars komandi lækkar Føroya Sparikassi høvuðsrentustigini við millum 0.25% og 0.5%. Orsøkin til rentulækkingina er, at rentan á danska peningamarknaðinum er fallin, síðani rentan seinast varð broytt.

Rentan á 1. veðrættarlánum í sethúsum lækkar við 0.25%, meðan rentan á 2. veðrættarlánum í sethúsum lækkar við 0.25%.

Eftir rentulækkingina eru høvuðsinnlánsrentustigini hesi:

Lønarkonto 0.10% p. a.

3. mðr konto 2,00 - 3,25% p.a

12 mðr konto 2,5- 3,5% p.a.

Ábyrgdarkonto 2,75 - 3,50% p.a.

Innlánsrentan á bókum við uppsøgn er lækkað 0.5%, meðan innlánsrentan á teimum stóru kontoinum - tær, ið hýsa meira enn eini millión krónur, lækkar 0.75%.