Sparikassin hálar inn

Føroya Sparikassi hálaði 56 milliónir inn til sínar partaeigarar fyrstu seks mánaðirnar í ár. Útlánini veksa nógv meira enn innlánini

ROKNSKAPUR

<st1:PersonName$?$end$!$</st1:PersonName$?$end$!$ <BR>Føroya Sparikassi hevði 56 milliónir krónur at leggja afturat eginpeninginum, tá øll hava fingið sítt fyri fyrstu seks mánaðirnar av 2005.
Àðrenn skatt var yvirskotið 71 millónir, og hetta er smáar trettan milliónir meira enn fyri fyrra hálvár av 2004. Sjálvt virksemið hjá Føroya Sparikassa gav góðar átta milliónir meira í yvirskoti enn sama tíðarskeið í fjør. Nýggi Eik bank er orsøkin til meirvinningin. Føroya Sparikassi er vorðin ein konsern við munandi broyttum virkisøki, síðani Eik Bank gjørdist partur av samtakinum.
- Stjórnin metir úrslitið vera nøktandi.     Meðan stígur er í búskapinum, er      trupult at skapa góð fíggjarlig úrslit í Føroyum, og tí fegnast vit um     hálvársúrslitið, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa.
 
Lána pening
Føroya Sparikassi átti 816.870 í eginpeningini við árslok 2004, og hetta gevur eina rentan upp á 13,1% fyri árið av eginpeninginum. Sostatt er eginpeningurin 1. juli 2005 884 milliónir.
Sparikassagrunnurin eigur 94% av partapeninginum í Sparikassanum. Restina eiga aðrir partaeigarar, sum eru 8.880 í tali. Hesir partaeigarar kunnu tí fegnast um, at teirra innskot gevur vinning.
Tað er eisini vert at leggja til merkis, at  útlánini hjá Føroya Sparikassa er voksin munandi meira enn innlánini.Útlánini eru økt við 1,6 mia. kr., úr 3,7 í 5,3 mia. kr. Tað er einki óvanligt, at peningastovnarnir læna pengar frá øðrum bankum til at fíggja útlánini frá.
Føroya Sparikassi fæst fyri tað nógva við privata fígging. 32,2% av fíggingini hjá Føroya Sparikassa er vinnufígging og 1,7% er fígging til tað almenna. Restin ella 66,1% av fíggingini hjá Føroya størsta sparikassa er privat fígging. Eik Bank harafturímóti fæst at kalla bert við vinnulívfígging.
Samlaða fíggjarstøðan hjá Føroya Sparikassa samtakinum er góð. Solvensurin er 14,4%.