Útbygging
Miðvági:Føroya Sparikassi byggir út í Miðvági. Umstøðurnar vóru ikki tíðarhóskandi.
Tað verður grivið uttan fyri sparikassahúsini í Miðvági. Sjálvtøkan stendur enn á sama stað, men avgreiðslan sær heldur óbygd út í løtuni.
Tað ehvur sína grund, tí meðan arbeitt verður millum báðar bygningarnar niðan fyri vegin, er avgreiðslan flutt niðan um vegin, í gamla handilin hjá Godtfredi Joensen, at vera.
Sjúrður Poulsen, deildarleiðari hjá Føroya Sparikassa í Vágum, sigur, at neyðugt var at byggja út í Miðvági nú. Deildin er høvuðsdeildin í oynni, og har vóru stutt og greitt ov ringar arbeiðsumstøður. Tey fylgdu ikki við tíðini longur, sigur hann.
Bygt verður upp í skrivstovubygningin. Talan verður um eina lon, sum verður longd níggju metrar vestureftir. Sjálvtøkan, sum í dag er í einum bygningi fyri seg, verður flutt í hin bygningin, og tann, har hon í dag er, verður niðurtikin.
Bygt verður soleiðsi, at tað fer at bera til at brúka kjallaran eisini, sigur Sjúrður Poulsen. Eisini verður bygningurin gjørdur brúkaravinarligur. Eitt nú fer eftir umbyggingina at bera til at sleppa inn við koyristóli, sum ikki letur seg gera í dag.
Inni verður alt gjørt av nýggjum, og serliga leggur deildarleiðarin dent á, at eitt nú umstøðurnar til kundráðgeving fara at verða munandi betri enn í dag, tá liðugt er.
Sjúrður Poulsen sigur, at tey vænta at vera liðug við umbyggingina til ólavsøku. Hana ætlar hann at kunna halda niðan fyri vegin aftur, sigur hann.