Klaksvík: Norðoya Sparikassi hevur ognað sær økið sunnanfyri høvuðsdeildina í Klaksvík, og her er ætlanin at byggja nýggjan bygning.
Men hetta verður ikki gjørt fyrstu árini, hóast hølisviðurskiftini hava brúk fyri betringum. Í fyrstu syftu ætlar sparikassin at betra um viðurskiftini í verandi høvuðsdeild, og síðani byggja um nøkur ár.
? Tað er so nógv virksemi í samfelagnum júst nú, at vit vilja ikki seta enn meira ferð á við at fara undir eina stóra bygging, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.
? Vit arbeiða ítøkiligt við ætlanum um at byggja, men hvat og hvussu hava vit ikki avgjørt enn, sigur hann.
Meira parkering
Umframt hølini ætlar Norðoya Sparikassi eisini at betra um parkeringsviðurskiftini við høvuðsdeildina. Og her verða onkrar broytingar í hesum árinum, gongst sum ælta.
Gomlu húsini hjá Skós skulu takast niður, og parkeringsøkið sunnanfyri Sparikassan skal sostatt víðkast.
Við árslok starvaðust 34,4 starvsfólk í sparikassanum, tá umroknað verður til fulla tíð.










