Suðuroyar Sparikassi hækkar rentuna, soleiðis at Bústaðarlán, við lægstu rentu, nú er 5,75 prosent. Mikudagin hækkaði Europeiski Meginbankin leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum. Eftir hetta boðaði danski Tjóðbankin frá, at eisini hann hækkaði rentuna, og við hesi hækking er diskontan nú komin upp á 4,00 prosent. Suðuroyar Sparikassi tillagar nú rentuna altjóða rentuni, soleiðis at Bústaðarlán, við lægstu rentu, nú er 5,75 prosent. Eitt nú verður hægsta rentan á 12 mánaða uppsøgn 4,50 prosent, og rentaná eftirlønarkonto 4,75 prosent. Rentan á vanligum innláni uttan uppsøgn verður óbroytt. Rentuhækkingin tók við í gjár











