Eftir at Tjóðbankin hevur hækkað rentuna, hava teir báðir sparikassarnir gjørt av at tillaga rentuna.
Við gildi frá í dag hækkar innlánsrentan í Norðoya Sparikassa 0,35 til 0,50 % fyri flest allar innlánskontur. Tó hækkar rentan á vanligari bók og fíggjarkontu ikki, meðan rentan á kapitalpensjónskonti hækkar við 0,60 %.
Útlánsrentan bæði lán og kredittir hækkar við 0,50 %. Rentuhækkingin umfatar ikki útlán og innlán, ið verða rentað í mun til Cibor rentuna. Aftan á hækkingina er rentan av heimláni 6,75 prosent, og rentan av billáni við 40 prosentum í útgjaldi er 7,75 prosent.
Samstundi broytir Norðoya Sparikassi nøkur tænastugjøld. Konstnaðurin fyri manuellar flytingar hækar við kr. 10,00 upp í kr. 20,00. Samstundis lækkar kostnaðurin fyri brævaflytingar úr kr. 10,00 niður í kr. 5,00. Somuleiðis verður gjald nú sett á kontoavrit send við posti og umsiting av fíggjarkonti.
Suðuroyar Sparikassi hækkar við virknaði frá mikudegnum 13. august rentuna á útlánum 0,35 prosentstig. Tó hækkar bíligasta bústaðarrentan bert 0,25%. Samstundis hækkar
rentan fyri ávís innlán við uppsøgn og fyri eftirlønarkonti við upp til 0,40 prosentstigum.
Suðuroyar Sparikassi sigur, at orsøkin til rentuhækkanina er, at tað framvegis í dag er vorðið dýrari hjá peningastovnum virhøvur at fíggja síni útlán á heimligu og altjóða marknaðinum.
Aftan á broytingina er lægsta rentan fyri bústaðarlán í Suðuroyar Sparikassa verður soleiðis við virknaði frá 11. august 2008 6,75% p.a..










