Mánadagin 15. september letur um- og útbygda deildin hjá Føroya Sparikassa í Miðvági upp. Í tí sambandi verður móttøka í nýggju hølunum seinnapartin mánadagin.
Millum klokkan 15 og 17 mánadagin verður móttøka á deildini hjá Føroya Sparikassa í Miðvági í sambandi við, at bygningurin verður tikin í nýtslu.
Arkitektavirkið v. Árna Winther hevur teknað bygningin av nýggjum. Jónfinn á Plógv hevur havt høvuðsentreprisuna upp á arbeiðið, og Leif Mohr hevur staðið fyri el-arbeiðnum.
"Hetta man vera mest umtalaði bygningur í Vágum í hesum døgum. Tað vísir seg, at tey flestu her vesturi hava eina meining um húsið, nú tað arki-tektoniska úttrykkið er komið fram. Tey eldru eru kanska eitt sindur skeptisk, men tey yngru eru sum heild hugtikin av bygninginum, sum bjóðar landslagnum og bygdini av. Bygningurin er vakur, øðrvísi, væl gjøgnumhugsaður innan og ergonomiskt er hann góður fyri starvsfólkini. Nú hava vit góðar arbeiðsumstøður", sigur Sjúrður Poulsen, deildar-leiðari hjá Sparikassanum í Miðvági.
Í lýsingum í bløðunum um vikuskiftið bjóðar Sparikassin kundum og samstarvsfeløgum inn á gólvið til móttøku í um- og útbygdu deildini í Miðvági. Móttøkan er millum kl. 15.00 og 17.00 Deildin letur annars upp klokkan 12 mánadagin.