Sparigrísurin á Kongabrúnni

Størsti pengakassin í landinum bara veksur og veksur. Endamálið við vøkstrinum er tó heldur ógreitt

Jákup Mørk, valevni til umboðsráðsvalið
----
Tað er at fegnast um, at før­oyski tryggingartakarin gjøg­num árini hevur vunnið sær eitt sterkt og samhaldsfast tryggingarfelag. Eitt felag, sum er somikið sterkt, at tað tolir stór nos, um illa vil til, og sum eisini var sterki sam­felagsbakkurin, tá Eik skuldi bjargast.
Til hetta krevst ein stór eginogn, men ein spurningur er, um eginognin hjá sam­tak­inum ikki er ríkiliga stór.
Tað er mín sannføring, at enorma akkumuleringin av kapitali í Tryggingini má og skal uppat. Eginognin hjá sam­takinum er sambært sein­asta hálvársroknskapi hálva­triðju milliard – 2.500.000.000 krónur! -, og tá tosa vit ein solvens, sum er næstan hættis­liga langt omanfyri tað lógar­kravda. Ein solvens, sum kanska pyntar um sam­felagsligu hagtølini, men sum kann vera beinleiðis sam­felagsskaðiligur, um hetta einvíst merkir eina akku­mu­ler­ing av pengum. Tá kann tað enda sum hjá Gíriki, sum ta einu ferðina kom í rasshaft, tí hann einsamallur átti allan pening í Dunnuvík, og onnur tá ikki kundu halda samfelagshjólunum mal­andi.
Eg sigi ikki, at Tryggingin ella Eik ikki skulu geva yvirskot, tí sjálvandi skulu tey tað. Men tá visjónin hjá felagnum er at skapa vøkstur og tryggleika í Føroyum, so kundi yvirskotssolvensur om­an fyri eitt ásett mark ver­ið nýttur til at fremja hesi enda­mál.
Tryggingin hevur til dømis ríkiligt av pondus til veruliga at vera ein stuðul/viðspælari hjá innovatións-vinnum og íverk­setarum. Og slíkar eru í longdini altavgerandi fyri einum burðardyggum før­oyskum vinnulívi. Talan skal her verið um kapital, sum er væl meira váðafúsur enn tað, sum fíggjargeirin annars bjóðar, og sum ikki neyðturvuliga verður veittur við beinleiðis avkasti sum fremsta máli.
Annar máti kundi verið at fingið framt nakrar stórar mentanarverkætlanir. Ímynd­ið tykkum ein grunn, sum hevði styrki til at liðugt­gera stórslignu verkætlanina við Áir. Sum kundi fíggja eina veru­liga filmsverkætlan, ella kanska talgilt gomlu før­oysku blaðsøvnini, sum síð­ani kundu verið nýtt í gransk­ingum av ymsum slag. Ein grunn, sum í nógvar mátar kundi lyft føroyska list og mentan stór fet framá.
Tá tað er sagt, so er neyð­ugt, at ein slíkur grunnur verð­ur skipaður á rætta hátt. Kapitaltilgongdin má vera skipað, so neyðugi solvens­urin hjá Trygg­ingarfelagnum ongantíð kann koma í vanda. Skilafólk skulu setast at stýra grunninum, og hesin eigur at virka í fullkomnum gjøgnumskygni, har ein og hvør áhugaður til eina og hvørja tíð kann síggja, hvat pengar fara til.
Í álvarsomum skemti slepst ikki undan at hugsa um orðini, sum ein tann fremsti yrkjari okkara stóð fadd­ur at til eina kabarett um ólav­søku­mundið miðskeiðis í 70’unum:
”Vit veksla kekkar, meðan kassin smekkar
og signa virðisbrøvini
Vit nærkast himni, meðan rentan hækkar
og enda har í sæluni.”

Tað kann væl vera, at sang­urin var ætlaður at prika onn­ur enn tey, sum í dag manna nevnd og leiðslu í Tryggingarfelagnum. Men fyri tað eru reglurnar fram­vegis serstakliga beinraknar.