Sparibumba mitt í valstríðnum

Samfelagsfrøðingurin, Bogi Eliasen, væntar, at uppsagnirnar í Føroya Sparikassa óivað nýttar í valstríðnum. Hann heldur kortini tað er týdningarmikið, at uppsagnirnar ikki verða yvirtulkaðar, tí ein stovnur hevur fullan rætt at fremja rationaliseringar

Eina viku áðrenn løgtingsvalið slepti Føroya Sparikassi eini bumbu.
16 fólk verða koyrd til hús og 5 bygdadeildir stongja.
Almenna hugsanin hevur í eina tíð verið, at búskaparliga støðan í landinum ikki longur er so góð, sum hon hevur verið, og serfrøðingar halda seg síggja onkur vandasker fyri framman.
Føroya Sparikassi tvíheldur um, at átakið hjá teimum í hesu vikuni var neyðugt og eitt úrslit av vanligum rationaliseringum.
Men tað er skjótt, at fólk halda seg hoyra ekkó frá fyrra partinum av 1990'unum, tá ið peningastovnarnir eisini søgdu nógvum fólkum úr starvi.
Spurningurin er so, um sparingarátakið hjá Føroya Sparikassa kann fáa ávirkan á løgtingsvalið týsdagin.

Møguligt trýst
Samfelagsfrøðingurin, Bogi Eliasen, heldur, at sparibumban hjá Føroya Sparikassa kann møguliga tulkast sum trýst á politikkararnar. Hann rør framundir, at stovnurin hevur fleiri ferðir gjørt vart við ringu støðuna í alivinnuni, sum Føroya Sparikassi hevur sett nógvan pening í. Hann leggur tó dent á, at hetta er bert ein giting. Bogi sigur seg kortini vænta, at Føroya Sparikassi hevði boðað frá í frágreiðingini at tað var ringa støðan í alivinnuni, sum gjørdu at 16 vórðu koyrd úr starvi, um teir veruliga vildu leggja trýst á politikkararnar
? Almenna frágreiðingin hjá Føroya Sparikassa er, at sparingarnar eru gjørdar orsaka av rationaliseringum. Stovnurin tekur virkisbúskaparlig atlit og ikki politisk atlit, og tí eigur stovnurin ikki at hugsa um at val er í hondum, sigur Bogi Eliasen.

Líta aftur á
Spurdur, um nakar politiskur flokkur fær ágóðan av sparibumbuni hjá Føroya Sparikassa, svarar Bogi Eliasen, at føroyski veljarin óivað hugsar um nógvu sparingarnar í føroyska fíggjarheiminum fyrst í nítiárunum, har nógv fólk vórðu søgd úr starvi í peningarstovnum.
? Fólk seta tí møguliga spurningin um kreppa nú er á veg aftur og harvið hugsa um møguligar kreppuloysnir til t.d alivinnuna ella um lærdómurin frá 90 árunum skal vera, at politiska skipanin skal halda seg burtur, greiðir Bogi Eliasen
Bogi Eliasen vísir á, at Tjóðveldisflokkurin hevur greiðast vinnupolitiska boðskapin í valstríðnum, meðan Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin útihýsa ikki, at politiska skipanin fer inn at veita eina hjálpandi hond.
-Tað er torført at siga um nakar einstakur flokkur fær ágóðan, men kanska nøkur gerast meira afturhaldsinnað viðvíkjandi trúnni á ein sjálvberandi føroyskan búskap. Eitt nú fekk Sambandsflokkurin stóra framgongd á valinum í 1994, men ansast skal eftir, at hetta ikki verður yvirtulkað, tí Sparikassin skal taka vinnulig atlit og hevur grundgivið fyri at tað eru rationaliseringar og ikki ein møgulig kreppa í føroyska fíggjarheiminum, hóast hetta óivað verður brúkt í valstríðnum seinastu vikuna, greiðir Bogi Eliasen frá.


Eingi politisk atlit
Føroya Sparikassi heldur ikki, at peningastovnurin skal taka politisk atlit.
? Vit hava als ikki tikið politisku støðuna við í okkara meting, og tað skulu vit heldur ikki gera, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa.
Hann vil ikki gera sær metingar um, hvørt sparingarátakið hjá sparikassanum kann fáa ávirkan á løgtingsvalið, sum verður hildið komandi týsdag.
? Onkur vildi kanska sagt, at um vit høvdu bíðað við hesum til eftir valið, so høvdu vit eisini borið okkum skeivt at. Men soleiðis hugsa vit ikki. Vit skulu ikki spæla politikarar, men útilokandi hugsa um at reka sparikassan á skilabesta hátt, og tað gera vit uttan at taka politisk atlit, sigur Bjarni Olsen.