Sparekassen Lolland keypir donsku privatkundarnar hjá Eik

Í gjár kom endaliga upp á pláss, at tað verður Sparekassen Lolland, sum keypir privatkundarnar hjá Eik Bank Danmark fyri 365 milliónir krónur. Sparekassen tekur yvir umleið 87.000 kundar, og harvið verða gomlu kundarnir hjá Eik meginparturin av kundunum hjá Sparekassen Lolland, sum nú hevur oman fyri 130.000 kundar.

Sambært Sparekassen Lolland stuðlar keypir undir ta vakstrarstrategi, sum sparikassin hevur.

- Keypið er eitt nátúrligt framhald av strategiini um at styrkja og útbyggja Sparekassen Lolland - ein strategi, sum byrjaði við keypinum av Finansbanken í 2005, skrivar sparikassin í tíðindaskrivi.

- Sparekassen Lollan útbyggir soleiðis við hesum keypinum sín profil sum ein attrtaktivur fíggjarfelagi fyri núverandi og komandi kundar - og tryggjar við keypinum ein av bestu internetbankaloysnum í Danmark, skrivar sparikassin.

Men tað kostar at veksa.

Tí fer sparikassin í fyrstu hálvu av 2011 at gjøgnumføra eina aktieemissión fyri at »styrka kapitalgrundarlagið fyri framtíðar vøkstri«.