Spardu meira enn ein fjórðing í februar

Tórshavnar Kommuna skipar fyri eini innanhýsis orkusparikapping millum stovnarnar. Í februar vann Dagstovnurin við Landavegin, sum spardi 26,83 prosent í februar í ár í mun til í fjør.

Størsti spararin í innanhýsis sparikappingini hjá Tórshavnar kommunu í februar var Dagstovnurin við Landavegin. Tey megnaðu at spara heili 26,83 prosent. Teimum á baki kom Býlingshúsið í Maritugøtu við 26,17 prosentum. Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at hildið varð annars, at Býlingahúsið inni á Gøtu var nummar tvey við 25,46 prosentum, men eftir at stovnurin í Maritugøtu sjálvur hevði gjørt vart við, at tølini ikki vóru røtt, varð komið fram til, at Býlingshúsið í Maritugøtu hevði spart uppaftur meira.

Sostatt vóru fýra stovnar við í vinnarayvirlitinum hesaferð. Men stutt var niður til seinasta stovnin á sparilistanum, tí Dagstovnurin Kurl@ hevði megnað at spara heili 25,22 prosent. Munurin er sostatt sera lítil.