Tað man vera langt síðan, at so nógvir turrir fylgjandi dagar hava verið í Føroyum, sum seinastu tíðina. Í longri tíð er næstan ikki komin dropi av himli.
Føroyingar hava lynda at grenja, tá tað regnar ov ofta og ov leingi, og tað er náttúrligt. Men, tá turkur rakar, sum seinastu dagarnar, er heldur ikki gott.
Í Fuglafjarðar kommunu stríðast tey við vatntrupulleikar, og tí hevur kommunan í dag lagt soljóðandi fráboðan út á sína heimasíðu:
- Vegna átøk i samband við vatntrot verður mælt til, at borgarar í niðara parti av býnum í Fuglafirði kóka vatnið. Tey, ið búgva við Innandalsveg, Stovugerði, Torkilskrók, Bøveg, Garðaveg, og Fjalsveg nýtast ikki at kóka vatnið.
Í síni fráboðan leggur Fuglafjarðar kommuna aftrat, at fólk verða biðin um at spara upp á vatnið, sum tikið verður til.