Spara umleið 6,5 milliónir krónur við almennum útboð

Metnógv útboð í 2025. Talið av almennum útboðum vaks við 61 prosentum í 2025, staðfestir nýggja ársfrágreiðingin hjá Gjaldstovuni

2025 hilnaðist væl hjá Keyp Landsins. Tað skrivar Gjaldstovan í tíðindaskrivi í morgun.

 

Ongantíð áður eru so nógv útboð stovnað, metnógvir rammusáttmálar eru gjørdir og alsamt fleiri stovnar bjóðaðu uppgávur út.

 

Standardiseringin av vørukeypinum hjá tí almenna merkir eina sparing á fleiri milliónir hjá almennu stovnunum, eina virkna kapping á marknaðinum, har allar fyritøkur fáa javnbjóðis møguleika, og at gjøgnumskygni verður tryggjað fyri øll almenn keyp.

 

Í alt verður mett, at verandi rammusáttmálar hjá landinum merkja eina árliga sparing fyri landsins stovnar á umleið 6,5 milliónir krónur.

 

Royndirnar í 2025 staðfesta enn eina ferð, at útboð er eitt sterkt amboð hjá landinum fyri at effektivisera almenna raksturin og stimbra kapping.

 

Les alla frágreiðingina á keypsportal.fo