Flestu danir leggja sera stóran dent á at tryggja sær aldurdómin fíggjarliga, og nýggj tøl benda á, at sparihugurin hevur ongantíð verið so stórur sum í ár. Sambært Børsen benda tølini á, at danir hava sett næstan 90 milliardir krónur inn á pensiónsuppsparingina í ár. Tað er 20 prosent ella 15 milliardir krónur meiri enn í 2003.
Ein orsøk til, at fólk hava sett so nógvar pengar til pensiónina í ár, er, at frívirðið í donskum sethúsum er vaksið nógv tað seinasta árið. Tað gevur húsaeigarunum møguleikar at læna pengar, og tað hava nógv gjørt og síðani sett pengarnar inn á pensiónsuppsparingina, skrivar Børsen. Tann lága rentan hevur eisini fingið mong at læna pengar til pensiónina.
Ein spurnarkanning hjá danska útvarpinum í gjár vísti, at næstan helmingurin av teimum, sum svaraðu, hava sett meiri pengar inn á pensiónsuppsparingina í ár enn í fjør.