Hóast játtanin Rósa Samuelsen hevur fingið til sítt ráð, er merkt av, at tað eru onnur øki, ið verða mett hægri, so vónar hon, at bráðneyðugi tørvurin á eldraøkinum verður loystur, áðrenn eitt hálvt ár er liðið.
- Fyrst mugu vit hyggja at, hvar tørvurin er, men tað er greitt, at tað serliga er í Tórshavnar kommunu, at størsti tørvurin er. Akutti tørvurin er í heimarøktini, tí har fáa vit sett inn beinanvegin. Búpláss taka sína tíð at fáa upp á pláss, og verður tað serliga í røktini vit fara at seta inn, sigur landsstýriskvinnan.
Fær avleiðingar
Almannamálaráðharrin er tó greið yvir, at hetta fer at fáa avleiðingar yvir restina av økinum hjá henni.
- Tað verður ikki pláss fyri at gera nakað nýtt, og í veruleikanum vil tað siga, at vit fara at minka um alt virksemi, sum mann ikki doyr av, sigur Rósa Samuelsen. Hon greiðir víðari frá, at økini, ið verða harðast rakt eru skeiðsvirksemi, útbúgvingar og so framvegis.
- Vit mugu loysa akutta tørvin, og so má restin bara bíða, staðfestir landsstýriskvinnan.
Møguliga eykajáttan
Eftir øllum at døma er landsstýriskvinnan ikki nakað serliga heit fyri eykajáttanum, men gerst tað neyðugt, er hon ikki bangin fyri at biðja um hana.
- Eg má sjálvandi royna at halda meg til ta játtan, sum eg havi fingið. Og tað vil siga, at vit eru noydd at skera niður í teimum minni átrokandi málunum á málsøkinum. Men verður hetta ikki nóg mikið, so kann tað verða, at eg verði noydd at biðja um eina eykjáttan, vísir Rósa Samuelsen á.
Arbeiðir við hond og fót
Í gjár vóru Heðin Mortensen og Rósa Samuelsen á fundi, har tey tosaðu um, hvat skal gerast við eldraøkið í Suðurstreymi.
- Vit tosaðu um nakrar møguleikar, sum eg ikki konkret vil koma inn á, sigur Rósa Samuelsen, men hon vísir á, at tey seinni aftur fara á fund um sama mál.
Tó kann mann sterkt ganga útfrá, at tey í grundini hava tosað um loysnir innan heimarøktina, tí bæði tvey hava úttala seg um, at tað er her, fyrstu átøkini skulu gerast.
Spurd um tað er rætt at hjálpa einari kommunu, sum í veruleikanum ikki hevur gjørt so nógv sjálv, svarar landsstýriskvinnan, at tað ikki kemur upp á tal at stuðla Tórshavnar kommunu við nøkrum, sum onnur økir í landinum ikki eisini høvdu fingið.
Fyri egna rokning
Tá landsstýriskvinnan almannamálum verður konfronterað við útsøgnum, sum Hans Pauli Strøm, heilsumálaráharri gjørdi í Sosialinum mánadagin, sigur Rósa Samuelsen, at hon nokk ikki hevði úttalað seg heilt á sama hátt og at útsagnirnar hjá Hans Paula Strøm mugu vera fyri egna rokning, men at tað er greitt, at Tórshavnar kommuna ikki hevur raðfest, sum nógvar aðrar kommunur í landinum.
Hinvegin vil landsstýriskvinnan ikki lasta Tórshavnar kommunu fyri sínar raðfestingar, tí sambært lógini er tað enn landið, ið hevur ábyrgdina av eldraøkinum, og kommunurnar hava bara møguleika at gera eitt íkast, sum skal vera góðkent av landsmyndugleikunum og síðani verður rikið av landinum.
Leggjast til kommunurnar
Landsstýriskvinnan er eisini púra sannførd, at tað er ein stórur trupulleiki, at tað ikki er greiður skilnaður millum land og kommunur á eldraøkinum, men hon er fegin um alt arbeiði kommunur hava gjørt á økinum, og at hon í løtuni arbeiðir við einum uppskotið, ið skal leggjast fyri Løgtingið, sum inniber, at 800.000 krónur verða veittar í stuðli til hvørt røktarheimsplássið, í mun til 500.000 í dag.
Hinvegin er hon sannførd um, at tað hevði verið ein betri loysn, um eldraøkið í størri mun verður lagt út til kommunurnar.
- Tað vísir seg, at nærri myndugleikin er at borgaranum, nærri er eisini loysnin, sigur Rósa Samuelsen.










