MVG
Tá málið um ov nógv kravda meirvirðisgjaldið kom fram á heysti 2006, varð mett, at talan í alt snúi seg um 125 milliónir krónur, sum tað almenna hevði kravt ov nógv inn í tíðarskeiðnum frá 1. mai 1999 til 28. apríl 2005.
Hóast avgerð um málið varð tikin á heysti 2006, so hevur Taks enn ikki goldið nakað endurgjald sambært úrskurðinum. Stovnurin sigur seg vilja bíða eftir dómi úr Føroya Rætti, men tað hevur Taks ikki rætt til, verður nú staðfest av Skatta- og avgjaldsnevndini.
Einki er at ivast í, at fleiri borgarar spentir bíða eftir, hvønn úrskurð rætturin kemur til. Men fyri fleiri teirra loysir tað seg neyvan at bíða eftir hesum. Sambært løgfrøðingum, sum Sosialurin hevur tosað við, er talan nevnliga um mál, sum fyrna eftir fimm árum, og tí er nú avmarkað, hvussu nógvir keyparar kunnu krevja mvg-endurgjald frá landskassanum.
Fyrningarreglan merkir, at í dag eru tað bert krøv, sum eru nýggjari enn 10. apríl 2003, sum kunnu setast fram. Treytað av, at longu innsendu krøvini ikki eru alt ov nógv í tali, so merkir hetta, at av teimum upprunaligu 125 milliónunum, kunnu borgarar í dag bert krevja á leið tær 50. Hetta roknað út frá teirri fortreyt, at bilakeypið hevur verið javnt øll tey árini, sum lóggávan var í gildi.
Og um so er, at borgarar bíða eftir, hvørja niðurstøðu rætturin kemur til, so loysir tað seg væl og virðiliga hjá Taks at dríggja hetta málið sum longst. Avleiðingin er nevnliga, at landið sparir á leið 57.000 kr. fyri hvønn dag, sum gongur, uttan at nýggj krøv verða sett fram.