ÓLAVUR Í BEITI
Í tíðindaskrivi mikukvøldið frá stjóranum í Sjónvarpinum, verður sagt, at SVF hevur sera trongar fíggjarkarmar, og leiðslan hevur eftir drúgvar og nágreiniligar viðgerðir gjørt ta niðurstøðu, at neyðugt er at spara 2,2 mió. krónur í rakstrinum í ár til tess at hava eitt nóg trygt gjaldføri.
? Í hesum sambandi verða íløgur fyri uml. eina millión krónur útsettar, og vanligur rakstur verður skerdur 250.000 krónur. Hetta er sera harmiligt, av tí at stovnurin er illa fyri tøkniliga, og raksturin er longu frammanundan skerdur og sera tepur, sigur Tróndur Djurhuus.
Og víðari sigur stjórin í SVF, at enn harmiligari er tó, at neyðugt er at spara útvið eina millión krónur í lønum. Leiðslan hevur roynt at gera hesa sparing so lagaliga sum til ber, men tað er altíð nívandi, tá ið fólk verða uppsøgd, bæði fyri starvsfólkið, stovnin og leiðsluna.
Onga almenna viðmerking
Í tíðindaskrivinum váttar stjórin í Sjónvarpinum, at uppsagnirnar raka seks starvsfólk, summi av teimum hava havt niðursetta tíð. Arbeiðstíðin verður eisini stytt hjá trimum starvsfólkum, og onkur fær haraftrat tilboð um fyribils at taka við øðrum starvi, eins og arbeiðstíðin hjá onkrum verður broytt nakað.
? Í ongum føri er talan um uppsøgn orsakað av misnøgd við starvsfólkið, sigur Tróndur Djurhuus, og leggur aftrat, at tvørturímóti harmar tað leiðsluna at noyðast at siga dugnaligum og álítandi fólki úr starvi.
? Leiðslan vil ikki gera nakra almenna viðmerking til tær einstøku uppsagnirnar ella broytingarnar í starvsviðurskiftunum, sigur stjórin í Sjónvarpinum í tíðindaskrivi, sum sent er út.










