Spar samgonguna burtur

SU Føroyar
----

Samgongan roynir at burturbeina dreymin um góða samfelagið, har øll hava tað gott. Hon er stýrd av eini løgnari hálvgum neo-konservativari, hálvgum ser-føroyskari ørskapsideologi, sum bæði serfrøðin og hjartað siga eru hol í høvdið. Avleiðingarnar, av tí samgongan ger, eru so mikið stórar og sjálvsagdar, at tey, sum atkvøða fyri politikkinum, ikki kunnu siga annað enn, at tey aktivt og vælvitandi royna at skapa eitt verri samfelag, fyri at gera nøkur fá ríkari.

Arbeiði til øll?
Samgongan, við Fólkaflokkinum á odda, hevur eina ómøguliga trúgv um, at arbeiði pr. definitión skapar arbeiði. Við tí í huga seta tey pensjónsaldurin upp frá ári til árs (tó at arbeiðsloysið er høgt), skerja ÚS, heldur enn at lokka fleiri at fáa sær eina útbúgving, og skerja annars sum heild uttan stórvegis fyrilit.

At arbeiði skapar arbeiði, uppá tann mátan, sum fíggjarmálaráðharrin roynir at billa fólki inn, passar ikki. Var tað so, at eitt arbeiðspláss skapar eitt arbeiðspláss afturat, so hevði heimurin antin havt 0% arbeiðsloysi ella 100% arbeiðsloysi. Um bara eitt arbeiði var til, høvdu øll verið í arbeiði. Tað sigur seg sjálvt, at tað at skapa arbeiðspláss, krevur meira enn at eitt annað arbeiðspláss er til.

Tað eru ikki øll arbeiði, sum skapa fleiri arbeiðspláss. Har skal vera brúk fyri eini vøru av onkrum slag. Framleiða mat, tænastur ella lutir. Uttan eftirspurningin kann arbeiðið ikki skapa nakra inntøku ella vera neyðugt. Ein løntakari fær ikki nóg nógv í løn, til at løn hansara kann gjalda fyri lønina hjá einum persóni afturat. Tí er tað, reint búskaparliga, skeivt at hækka pensjónsaldurin í krepputíðum. Tað er ringt hjá fólki at finna arbeiði, og um fólk blíva við at arbeiða longri, eru tað færri arbeiðspláss til tey ungu, sum bara kann hava størri fráflyting úr Føroyum við sær.

Etikkur undir songina
Samgongan er samd um, at sokallað etisk mál ikki skulu viðgerast. At døma út frá politikkinum hjá samgonguni, er hetta kanska eins nógv ein roynd at sleppa frá at tosa um teirra órættvísa politikk, sum at klára at vera í samgongu við Miðflokkinum. Tað er í hvussu so er ein etiskur spurningur, hvørt tað er rætt at siga, frá ári til árs, at fólk skulu bíða eitt ár at pensjónerast. Ein kann ikki bara siga: “Nei, tað kann gott vera, at tú hevur væntað, at næsta ár skalt tú ikki arbeiða meira. At tú hevur lagt ætlanir um hvat og hvussu tú gert. Nú skalt tú leggja nýggjar ætlanir, tí at vit hava valdið til at siga, at soleiðis er tað.”

Tað passar helst, at tað er neyðugt at hækka pensjónsaldurin, hjá teimum, sum eru før fyri at arbeiða - ella gera tað gjørligt hjá fólki at arbeiða longri. Vit blíva, sum heild, eldri og hava heilsuna í fleiri ár. Men ein má gera tað so líðandi, og geva fólki meira enn 8 mánaðir til at fyrireika seg, tá tey hava lagt ætlanir í fleiri ár. Alt annað er álitisbrot og valdsmisnýtsla.

Etikkurin er ein eins stórur trupulleiki, tá vit hyggja at, at samgongan t.d. noktar at geva fólki meira í løn. Eitt er, at tað er skeivt búskaparliga at føra køvandi fíggjarpolitikk í eini kreppu. Men tað blívur beinleiðis moralskt forkastiligt, tá vit hugsa um, at samgongan samstundis kemur við einum skatta”lætta”, sum førir við sær, at alt blívur dýrari, noktar at kanna hví prísstøðið er so høgt í Føroyum, og sjálv hevur ovurstór skattafrí lønarískoyti fyri at koyra til og frá arbeiði.

Seinasta høgrasamgongan
Vit kundu blivið við at nevnt dømi. Tjóðleikhúsið er útsett (aftur), stovnar, sum skulu hjálpa teimum veikastu, verða ripaðir sundur, lestrarbústaðir eru eitt fremmandaorð, landsbankin niðurlagdur, Hagstovan fær munnkurv, og virðing vantar fyri arbeiðnum hjá pedagogum, sjúkrarøktarfrøðingum... listin er langur, og samstundis noktar samgongan at fara eftir nýggjum inntøkunum, sum enntá høvdu styrkt búskapin. Men tað er óneyðugt at tosa um hetta. Øll, eisini tey í samgonguni sjálvari, vita, at hetta er moralskt og búskaparliga skeivt. Tað kann tó eftir øllum at døma gera tað sama, so leingi sum tað gagnar nøkrum fáum ríkum fólkum.

Hendan samgongan situr ikki í ævir. Tá hon er farin, fer tað at taka tíð at rudda upp og bøta um skaðarnar, hon hevur framt, men tað er gjørligt. Vit eiga at gera alt, vit kunnu, fyri at fáa hana frá sum skjótast. Men tess longri hon situr, tess sterkari blívur vinstravongurin. Undirtøkan fyri flokkunum vinstrumegin miðjuna blómar, fólk vilja luttaka (í seinastuni eru meira enn 50 nýggir limir komnir uppí SU), og flokkarnir á vinstravonginum hava kanska ongantíð samstarvað so væl sum nú. Vit vinna næstan líka mikið hvat.

Eitt er í hvussu so er greitt. So illa sum Fólkaflokkurin fer við sínum samgongufeløgum, og so ónøgt sum baklandið í hinum flokkunum er um hetta, verður tað long tíð, áðrenn ein høgravend samgonga aftur fær valdið í Føroyum. Vit fara at skapa eitt betri samfelag.