Spar pening og keyp atgongumerki nú!

Fríggjadagin tann 17. juli – í ovurmorgin – hækkar prísurin á atgongumerkjunum til Summar Festivalin og tí ræður um at skunda sær, vilt tú hava eitt av teim bíligari vikuskiftispassunum.

Prísurin fyri eitt vikuskiftispass til vaksin er í løtuni 950 krónur, meðan børn (6-12 ár) einans skulu gjalda 200 krónur fyri eitt vikuskiftispass.

Fríggjadagin hækkar prísurin tó og loysir tað seg tí at skunda sær eitt sindur. Atgongumerki til Summar Festivalin fáast til keyps hjá Føroya Tele á heimasíðuni www.ft.fo.