Center For Energibesparelser í Danmark hevur roknað út, at tað ber til at spara upp fleiri túsund krónur við at fylgja trimum einføldum ráðum.
Fyrsta ráðið er at seta ein sparibrúsara upp. Hesin ger, at tú brúkar minni vatn, og harvið sparir tú orku. Annað ráðið er at stytta brúsubaðið frá 8 til 5 minuttir. Og síðani skalt tí lata verða við at brúka baðikarið, tí tað kostar ov nógv samanborið við brúsubað.