Víkingur hevur í kvøld undirskrivað sáttmála við spanskan verjuleikara. Tað boðar heimasíðan hjá Víkingi frá. Talan er um 27 ára gamla spanska miðverjan, Dennis Nieblas, ið harvið verður annar nýggi útlendingurin í hópinum hjá Víkingi til komandi kappingarár. Hin er nigerianski Rasheed Alabi, ið somuleiðis er miðverji.
Við tveimum nýggjum miðverjum og landsliðsliðskiparanum, Atla Gregersen, í hópinum, tykjast stór útlit vera fyri, at Erling Jacobsen, ið annars hevur verið millum bestu verjuleikarar í landinum seinastu árini, ikki fer at spæla hetta kappingarárið. Erling Jacobsen er í løtuni til skips, og hevur boðað frá, at tað er ógreitt, um hann fer at spæla hetta kappingarárið.
Nýggi verjuleikarin hjá Víkingi, Dennis Nieblas, er sum kunnugt spanióli. Dennis Nieblas hevur seinast spælt fyri Linense í triðbestu sponsku deildini, men hevur eisini roynt seg í portugisiskum, griskum, jordanskum, meksikanskum, eysturrískum og ekvadoriskum fótbólti.
Sáttmálin millum Dennis Nieblas og Víking er galdandi fyri komandi kappingarár.










