Spanskur miðil: Mbappe og Haaland fara til Real Madrid

Spanskur miðil heldur seg vita, at stór leikaraskifti eru ávegis

Spanski miðilin, El Chir­inguito bar spennandi tíðindi ígjár.

 

Franski stjørnuáleyparin hjá PSG, Kylian Mbappe og norski stjørnuáleyparin hjá Manchester City, Erling Braut Haaland fara báðir at skifta til Real Madrid, sambært El Chir­inguito.

 

Sáttmálin hjá 24 ára gamla, Kylian Mbappe við PSG gongur út í summar. 

 

23 ára gamli, Erling Braut Haaland er sáttmálabundin fram til summarið í 2027. 

 

Í Ballon D´or gjørdust Haaland og Mbappe nummar tvey og trý aftanfyri Lionel Messi, ið vann Ballon D´or á áttanda sinni.