Spanskur gestur í Íslandi

Spanski uttanríkisráðharrin, Miguel Angel Moratinos, er í hesum døgum á almennari vitjan í Íslandi, har hann er gestur hjá íslendska uttanríkisráðharranum, Ingibjörg Sólrún Gísladóttir. Umframt uttanríkisráðharran skal Moratinos hitta aðrar íslendskar politikarar.

Miguel Angel Moratinos hevur verið spanskur uttanríkisráðharri í góð fýra ár, síðani flokkur hansara, Sosialistaflokkurin, vann tjóðartingsvalið og stjórnarvaldið í 2004. Á valinum í vár fekk flokkurin 44 prosent av atkvøðunum. Tað tryggjaði stjórnini at verða sitandi, og uttanríkisráðharrin er tann sami sum undan valinum.