28 ára gamli Joseba Llorente, sum spælir í álopinum hjá Valladolid, setti met um vikuskiftið. Bert sjey sekund tók tað honum at skora fyrsta málið í dystinum móti Espanyol um vikuskiftið, og hetta er met í sponskum fótbólti.
Valladolid vann dystin 2-1, og tað mundi ikki gera hýrin hjá Llorente verri, at hann eisini var maðurin, ið skoraði sigursmálið.