30 fótbóltsleikarar eru nomineraðir til at vinna gullbóltin, ella Ballon d´or, sum hann eisini nevnist.
Spanska blaðið "Mundo Deportivo" heldur seg hava prógv fyri hvør fer at vinna gullbóltin. Ì Mundo Deportivo eru tey ivaleys í, at Cristiano Ronaldo á fjórða sinni í síni fótbóltsyrkisleið fer at vinna Ballon D´or.
Mundo Deportivo skrivar, at franska blaðið "France Football", sum skipar fyri Ballon D´or hevur bílagt eina samrøðu við Cristiano Ronaldo hósdagin, og tá skal Cristiano Ronaldo eisini avmyndast, og hetta tekur Mundo Deportivo, sum eitt greitt tekin um, at Cristiano Ronaldo vinnur gullbóltin.
Áður hava tað verið miðlafólk, landsliðsvenjarar og landsliðsskiparar, sum hava atkvøtt til Ballon D´or, men hesaferð verða tað bara miðlafólk, sum avgera hvør vinnur gullbóltin.
Annars eru hesir 30 nomineraðir til Ballon D´or :
Sergio Agüero (Manchester City)
Pierre-Emerick Aubameyang (Borussia Dortmund)
Gareth Bale (Real Madrid)
Gianluigi Buffon (Juventus)
Cristiano Ronaldo (Real Madrid)
Kevin de Bruyne (Manchester City)
Paulo Dybala (Juventus)
Diego Godin (Atletico Madrid)
Antoine Griezmann (Atletico Madrid)
Gonzalo Higuain (Juventus)
Zlatan Ibrahmovic (Manchester United)
Andres Iniesta (Barcelona)
Koke (Atletico Madrid)
Toni Kroos (Real Madrid)
Robert Lewandowski (Bayern München)
Hugo Lloris (Tottenham)
Riyad Mahrez (Leicester)
Lionel Messi (Barcelona)
Luka Modric (Real Madrid)
Thomas Müller (Bayern München)
Manuel Neuer (Bayern Mücnhen)
Neymar (Barcelona)
Dimitri Payet (West Ham)
Pepe (Real Madrid)
Paul Pogba (Manchester United)
Rui Patricio (Sporting)
Sergio Ramos (Real Madrid)
Luis Suárez (Barcelona)
Jamie Vardy (Leicester)
Arturo Vidal (Bayern München)