Spanskir kavbátar ov tungir

Nýggju sponsku S-80 kavbátarnir teljast millum teir mest nútímans í heiminum, men nú er komið fram, at teir hava ein so mikið stóran trupulleika, at teir ikki kunnu brúkast.

Trupulleikin er, at kavbátarnir eru ov tungir, og er ein S-80 fyrst kavaður í sjónum, sleppur hann ikki uppaftur, tí hann snøgt sagt vigar ov nógv.

Frammanundan er stóra spanska verkætlanin við hesum kavbátunum seinkað, og nú nýggju trupulleikarnir hava stungið seg upp, eru S-80 kavbátarnir seinkaðir í tvey ár aftrat, so teir eru klárir í fyrsta lagi í 2017.

Spanskir fjølmiðlar skriva, at verkfrøðingarnir nú arbeiða við tveimum møguleikum, sum eru annaðhvørt at minka um vektina ella at longja kavbátarnar, so teir uppføra seg øðrvísi í sjónum og kunnu sleppa uppaftur, tá teir eru kavaðir.