Spania
Spanskir fiskimenn liggja enn einaferð úti eftir at sleppa at fiska í sonevnda írska "kassanum".
Fiskimenninir vilja hava myndugleikarnar í Spaniu at fara til Evropa-dómstólin í Luxemburg við málinum um atgongd til "kassan". Teir halda seg sum heild vera fyri vanbýti, tá ið ræður um fiskileiðirnar við Írland og Stórabretland.
Tað eru bara írskir fiskimenn, sum hava atgongd til "kassan", og hesum vilja spanskir fiskimenn ikki finna seg í longur. Teir vilja heldur ikki finna seg í, at teir so at siga ikki sleppa at fiska í Norðsjónum.
Teir vilja eisini hava málið um rættindini í Norðsjónum tikið upp hjá Evropa-dómstólinum.