Skúmið, sum fótbóltsdómarar nýta til at vísa hvar bólturin og múrurin skal vera við frísparksstøður, fer nú at fevna meiri víða. Suðuramerikonsk lond vóru tey fyrstu við hesi útgerðini, og í summar varð tað á fyrsta sinni nýtt í einum HM-endaspælið.
Í dag boðar spanska fótbóltssambandið frá, at teir fara at taka skúmið í nýtslu. Tað inniber, at besta og næstbesta deildin í Spania fer at hava skúmið til kappingarárið, sum stendur fyri duðrum.
Frammanundan hevur belgiska Jupiler League eisini boðað frá, at skúmið fer at verða nýtt í næsta kappingarári.









