Spanski tænarin er farin

Sjónleikarin Andrew Sachs, best kendur fyri sín leiklut sum spanski tænarin Manuel í Fawlty Towers ella Halløj på Badehotellet á donskum.

86 ára gamli týskt-bretski sjónleikarin Andrew Sachs andaðist í farnu viku og varð jarðaður í gjár.

 

Hann er uttan iva best kendur sum Manuel, spanski tænarin, sum fær skyldina fyri alt, sum gongur galið á hotellinum hjá Basil Fawlty í sjónvarpsrøðini Fawlty Towers ella Halløj på Badehotellet, sum hon nevndist á donskum. John Cleese hevði høvuðsleiklutin sum Basil Fawlty.

 

Andrew Sachs hevur verið sjúkur í fleiri ár og seinastu fýra árini hevur hann eisini verið dementur. Í farnu viku lat hann so lív á einum sjúkraheimi.