Frá 2008-2012 var tað Spania, ið setti dagsskránna í altjóða landsliðsfótbólti. Í 2008 og 2012 vann Spania EM, meðan størsti heiðurin varð vunnin í 2010, tá ið spaniólar við finalusigri ímóti Hollandi vunnu heimsmeistaraskapið í fótbólti.
Seinastu tvey endaspølini hevur tað tó gingið minni væl. Í HM í Brasilia í 2014 kom Spania ikki eingongd víðari úr bólkaspælinum, meðan italiumenn vóru ov stórur biti at svølgja í áttandapartsfinaluni í EM í ár. Italia vann hendan dystin 2-0.
Keðiliga gongdin hjá spaniólum fær avleiðingar, tí at í dag er blivið greitt, at venjarin, Vicente del Bosque, gevst í embætinum sum spanskur landsliðsvenjari. Del Bosque hevði sáttmála fram til 31. juli í ár, og hesin sáttmálin verður ikki longdur. Tað skrivar spanska fótbóltssambandið á heimasíðu sínari í dag.
Sostatt er greitt, at Spania skal hava nýggjan landsliðsvenjara til komandi HM-undankappingina.
Vicente del Bosque hevur verið landsliðsvenjari hjá síðani 2008, tá ið hann tók yvir eftir Luis Aragonés. Tessvegna var hann venjari, tá ið Spania vann ávíkavist HM og EM í 2010 og 2012. Del Bosque er 65 ára gamal, og hevur hann eisini verið venjari hjá Real Madrid áður.