Spanski kongurin aftur í andgletti

Fyri stuttum stóð spanski kongurin Juan Carlos fyri skotum, tí hann hevði verið og skotið fíl í Asia, og nú fær hann eftur heldur óhepna umrøðu í sponsku fjølmiðlunum.

Hesaferð vilja fjølmiðlarnir vera við, at kongur hevur verið meiri enn væl við eina danska kvinnu tey seinastu seks árini. Kvinnan, tann 47 ára gamla Corinna Larsen, er sambært fjølmiðlunum av múgvandi ætt, og hon skal hava biðið fjølmiðlarnar dylja sítt navn. Men tað vilja fjølmiðlarnir ikki, og teir skriva nú, at Carlos og Corinna hava verið í ástarsambandi, síðani tey hittust fyrstu ferð í 2006.

Í sponskum fjølmiðlum verður kongurin nú nevndur Don Juan Carlos.