Sum væntað gjørdist spanski stjórnarflokkurin størsti flokkur á spanska tjóðartingsvalinum í dag. Men Mariano Rajoy, forsætisráðharri, misti avgjørdi meirilutan.
Konservativistjórnarflokkurin Partido Popular vann tjóðartingsvalið í Spania, men misti avgjørda meirilutarn. Tað vísa fleiri kanningar á valstøðunum.
Harvið tykist verða neyðugt hjá flokkinum at samstarva fyri at kunna stjórna landinum, um talan ikki verður um minnilutastjórn.
Anstøðuflokkurin Sosialistaflokkurin verður næststørstu, meðan vinstrasinnaði flokkurin Podemos verður triðstjørstur. Men tað verður ikki stórur munur á hesum báðum flokkum, tí gamla Sosialistaflokkinum og nýggja Podemos.
Stjórnarflokkurin við Mariano Rajoy, forsætisráðharra á odda fær millum 114 og 124 sessir í tjóðartinginum. Fyri at hava meiriluta krevjast 176 sessir.
Sosialistarnir fáa millum 79 og 85, meðan Podemos fær millum 70 og 80. Ciudadanos fær millum 46 og 50.
Beint fyri at valstøðini lótu upp, hevði triðingur av fólkinum sambært meiningakanning enn ikki tikið støðu til, hvønn tey skuldu velja.
Reuters skrivar, at nógvir veljarar hava atkvøtt í protest ímóti einum politiskum systemi, sum nóg halda verða sóvsað inn í korruptión og ikki ført fyri at loysa framhaldandi búskaparligu trupulleikarnar, sum darva lívið hjá landsins 36,5 milliónum veljarum.
Spanska grundlógin setir onga tíðarfriest á, nær nýggj stjórn skal verða skipað eftir valið.
Tí kann tað taka fleiri vikur, siga viðmerkjarar í Spania, áðrenn valið er endaliga uppgjørt.
Og tað kann heldur ikki útilokast, at alt hetta endar við, at nýval verður skrivað út, siga metingar sambært tíðindastovunum Ritzau og Reuters.










