Spanskar bóltflytingar móti italskum kropsmátti

Spurningurin mong fólk seta í kvøld, er um tað verða sponsku bóltflytararnir ella italska kropsstyrkin ið vinnur.

Fyrsta semifinalan í EM 2020 undankappingini verður leikt í kvøld. Hon verður leikt á Bretska tjóðarleikvøllinum, Wembley, og dysturin byrjar kl 20:00 føroyska tíð. Liðini, ið leika semifinaluna, eru Spania og Italia. Tvær stórar fótbóltstjóðir, ið hava hvør sína ríku fótbóltssøgu. Liðini hava eisini innanhýsis søgu á ítróttarliga pallinum, og hittust tey nevniliga í EM finaluni í 2012, tá ið Spania vann ein greiðan 4-0 sigur. Sigast kann eisini, at størsti ósigurin hjá spanska landsliðnum var ímóti Italia. Tann dysturin varð leiktur í Amsterdam í 1928, og endaði hann heili 1-7 til Italia.

 

 

 

Undan EM 2020 undankappingini vóru fáir fótbóltsserfrøðingar, ið høvdu ávikavist Spania og Italia sum favorittar. Talan er um tvey lið, ið uppliva kollveltandi ítróttarligar broytingar. Italski venjarin, Roberto Mancini, hevur framt eina grundleggjandi taktiska broyting. Italia, ið vanliga leika við síni eyðkendu 3-5-2 leikskipan, hava í EM undankappingini spælt ágangandi álopsfótbólt við útgangsstøði í eini 4-3-3 leikskipan. Hetta hevur gagnað landsliðnum væl, og hava teir umframt at skora fleiri mál, megnað at hildið fast í eini stinnari verju. Spanska landsliðið spæla altíð við eini 4-3-3 leiksipan. Spanska landsliðið vann EM í 2008, VM í 2010 og EM í 2012. Hópurin er tó nógv broyttur síðani tá, og eru teir farnir í holt við at skapa eina sterka eind samansett av yngri leikarum. Tó hevur spanska landsliðið hildið fast í sínum sermerkta spælistíli, og eru teir tað liðið, ið hevur havt bóltin nógv mest í EM undankappingini. Í miðal hava teir havt bóltin heili 67.2%. Á øðrum pláss koma Týskland, ið hava havt bóltin 59.3% í miðal. Italia liggur trið ovast á plássi, og hava teir havt bóltin 55.8%. Hetta prógvar hvussu ráðandi spanski taktikkurin er – og harumframt at grundleggjandi stílur teirra gevur úrslit.

 

 

 

Ongin ivi skal vera um, at dysturin í kvøld verður eitt brak millum tveir fótbóltsrisar, ið vilja gera alt fyri at røkka EM finaluni. Fótbóltsserfrøðingar kring heimin meta dystin at vera ógvuliga javnan. Spenningurin er í hásæti, og ein vinnari skal finnast. Spurningurin mong fólk seta í kvøld, er um tað verða sponsku bóltflytararnir ella italska kropsstyrkin ið vinnur.