Spanska steypafinalan í kvøld

Barcelona og Athletic Bilbao fara í kvøld á vøllin á Vicente Calderón leikvøllinum í Madrid fyri at spæla um heitið sum spanskur steypavinnari. Hetta er seinasti møguleikin hjá báðum at vinna eitt gullheiðursmerki hetta kappingarárið.

 

Barcelona er favorittur at vinna Copa del Rey finaluna í kvøld. Hetta er seinasti dysturin við Josep Guardiola sum venjara. Hann hevur valt at taka ein steðg frá fótbólti eftir hetta kappingarárið. Barcelona endaði á einum øðrum plássi í La Liga og tapti samanlagt fyri Chelsea í Champions League hálvfinaluni.

 

Athletic Bilbao endaði á einum 10. plassið í La Liga og kom í finaluna í Evropa League. Hana tapti liðið úr baskaralandinum greitt 3-0. Athletic Bilbao var eisini í Copa del Rey finaluni í 2009, men tapti 4-1 fyri júst Bacelona.

 

Finalan verður í kvøld og byrjar klokkan 21:00.