Kreditmetingarfyritøkan Standard & Poor's kunngjørdi í gjár, at kreditvirðið hjá Spania er minkað, soleiðis at metingin lækkar úr BBB+ í BBB-. Samstundis sigur fyritøkan, at tað er ikki óhugsandi, at ein lægri meting kemur seinni.
Spania hevur ovurstórar trupulleikar av skuld, og arbeiðsloysið er tað størsta í evruøkinum.
Stjórnin í Madrid hevur framt muandi skerjingar og ymsar nýskipanir, sum skulu skerja útreiðslurnar hjá tí almenna. Enn hevur landið kortini ikki biðið um fíggjarliga hjálp uttaneftir, men fleiri eygleiðarar siga, at tað er bara ein spurningur um tíð, til ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin fáa lánsumsókn úr Madrid.