Spanska fótbóltssambandið lurtar ikki eftir Real Madrid

Real Madrid kærdi, at kongafelagið varð tveitt úr steypakappingini, men fótbóltssambandið hevur ikki latið við seg koma.

Tað var í síðstu viku, at Real Madrid, sum væntað, vann 1-3 í steypadysti ímóti Cádiz, sum til dagliga spælir í næstbestu, sponsku fótbóltsdeildini. Tó varð sigurin ikki vunnin á lógligan og virðiligan hátt, tí at ein av leikarunum hjá Real Madrid, Denis Cheryshev, hevði leikbann orsakað av gulum kortum, sum hann hevði fingið í kappingarárinum frammanundan. Sum brenni á bálið skoraði Cheryshev eisini í dystinum, og tí var spennandi at síggja, hvat spanska fótbóltssambandið fór at gera við støðuna.

 

Sum væntað kærdi Cádiz, og fekk lítla felagið eisini viðhald, tí at reglurnar siga greitt, at leikbannaður leikari, ið verður nýttur, kostar tap. Forsetin hjá Real Madrid, Florentino Perez, helt tó ikki, at Real Madrid skuldi blakast úr. Hetta tí, at kongafelagið ikki hevði fingið nakra skrivliga fráboðan frá fótbóltssambandinum, sum ríka felagið í Madrid helt seg hava krav á. Tískil kærdi Real Madrid dómin.

 

Men tað ger ikki mun, um tað er Real Madrid ella okkurt annað tilvildarligt felag, ið brýtur slíka, treytaleysa reglu, tí at fyrr í dag hevur spanska fótbóltssambandið kunngjørt, at Real Madrid verður dømt at tapa dystin ímóti Cádiz.

 

Tískil er síðsta orðið helst sagt í hesum málinum, og Real Madrid sleppur ikki aftur at royna seg í steykappingini, sum eitur Copa del Rey, fyrr enn í næsta kappingarári.