Í Spania hevur fíggjarkreppan sett síni týðiligu spor, og har eins og aðrastaðni eru tað millum annað bilasølurnar, sum fáa sviðan at kenna fyrst.
Felagið hjá sponsku bilasølunum kunngjørdi í gjár, at bilasølurnar seldu 50 prosent færri bilar í november enn í sama m+ánaði í fjør, og hetta er tað næststørsta fallið í landinum nakrantíð.
Broytingin kemur kortini ikki óvart á sponsku fjølmiðlarnar. Teir vísa á, at Spania er millum tey londini, sum eru meinast rakt av fíggjarkreppuni. Fyrst minkaði virksemið í byggivinnuni burtur í at kalla einki, og nú er tað bilasølan, sum steðgar upp.
Spaniumenn keyptu 63.000 bilar í síðsta mánað ímóti 125.000 í november í fjør, so afturgongdin er heili 49,6 prosent. Bilasølurnar siga, at tað er vorðið rættiliga trupult hjá fólki at fáa fígging til at keypa bil, og tá 80 prosent av øllum bilum verða seldir við útgjaldi og avdráttarskipan, fær tað beinan vegin stóra ávirkan, um fíggingarmøguleikarnir versna.
Fleiri av teimum stóru bilverksmiðjunum hava deildir í Spania, og Ford, General Motors og Volkswagen hava boðað frá, at tey fara at lata deildir í Spania aftur og at senda fólk til hús.